140x140

CAC2023 FRÁSØGN

Frásøgn frá altjóða landbúnaðarráðstevnuni 11th Circumpolar Agricultural Conference, ið varð hildin í Føroyum dagarnar 5. – 7. september 2023.

Ráðstevnan varð hildin í Norðurlandahúsinum 5. og 6. sept.; 7. sept. var skipað fyri eini yrkisfakligari kunningarferð í Streymoynni og Eysturoynni at vitja ymsar garðar og fyritøkur.

Ráðstevnumálið var enskt, luttakarar vóru m.a. úr øllum Norðurlondum eins og úr USA og Kanada.

Báðir ráðstevnudagarnir eins og kunningarferðin eydnaðust serstakliga væl, út frá afturmeldingunum frá ávikavist bæði føroyskum og útlendskum luttakarum at døma, hesar hava verið sera jaligar.

Á leinkjuni niðanfyri sæst skráin, sum var fyri ráðstevnuna. Undir skránni eru samandráttir av fyrilestrunum, sum vóru hildnir á ráðstevnuni. Við at klikkja í rútin við heitinum á tí einstøku framløguni ber til at koma beinleiðis til avritið av viðkomandi framløgu, um áhugi er fyri at kunna seg nærri um innihaldið. Alt er í einum skjali, so til ber at fara aftur til skránna, fyri at finna næsta áhugaverda fyrilestur.

Leinkja til skrá og fyrilestrar frá CAC2023

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369