140x140

Ferðavinna og føroysk ross á Búnaðarstovuni

Felagið Føroysk Ross er við í eini norðurlendskari verkætlan, har dentur verður lagdur á upprunaross í ferðavinnuni. Verkætlanarbólkurin hittist í Føroyum 21. mai 2014 og verður eitt alment tiltak á Búnaðarstovuni í hesum sambandi. Við í verkætlanini eru umframt Føroyar, Ísland og Noregi. Sum vit vita, so brúka íslendarar rossini nógv í ferðavinnuni, norðmenn fyri ein part eisini. Hetta er ein vinna, sum avgjørt eisini kann mennast í Føroyum.
Skráin fyri kvøldið er hendan:
18.00     Vælkomin - Dorthea Joensen, føroyskt umboð í verkætlanarbólkinum
18.10     RNNB – frágreiðing um verkætlanina og ferðavinnu í Noregi – Rhys Evans, Høgskulen for landbruk og bygdeutvikling, Noreg
18.30     Marknaðarføring av ferðavinnu í Føroyum – Súsanna Sørensen, Visit Faroe Islands
18.40     Aling av íslendska rossinum – Ingibjørg Sigurðardóttir, Hólar, Ísland
19.00     Leikluturin hjá Búnaðarstovuni í alingini av føroyskum húsdýrum – Bjørn Patursson, Búnaðarstovan
19.10     Íslendska rossið í ferðavinnuni – Guðrun Helgadóttir, Hólar, Ísland
19.30     Føroyska rossið – Hans Petersen, Felagið Føroysk Ross
19.45     Drekkamuður við breyði og føroyskum viðskera
20.15     Framsýning av føroyskum rossum – møguleiki fyri einum stuttum ríðitúri fyri at royna eitt føroyskt ross.
Verið vælkomin J

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369