Áseyðaroyting á Búnaðarstovuni
Lombini eru góð í ár
Týsdagin 9. juli 2014 vóru vit í áseyðaroyting á Búnaðarstovuni. Umframt tað vanliga arbeiðið, varð allur seyðurin vigaður og vektirnar skrásettar. Hetta hava vit gjørt á Búnaðarstovuni fleiri ferðir um árið seinastu árini. Úrslitið vísir, at lombini eru væl betri í ár enn í fjør. Í ár vóru vit á fjalli 6 dagar seinni enn í fjør, og taka vit hædd fyri, at hvørt lambið tyngist eini 250 gram um dagin hesa tíðina, so viga lombini 3 – 4 kg meira í ár enn í fjør, eitt sindur ymiskt í hvørjum fylgi.
Niðanfyri er yvirlit yvir lambsvektirnar í hvørjum fylgi sær í fjør og í ár. Tølini fyri í ár eru minkaði við 1,5 kg fyri hvørt lambið fyri at javnað aldurin á lombunum.
Vekt á lombum í áseyðaroyting 2013 og 14
Gonga
|
Vekt 2013 kg
|
Vekt 2014 kg
|
Munur
|
Munur í %
|
Sunnasta
|
20,1
|
23,1
|
3,0
|
15
|
Miðjan
|
20,1
|
23,4
|
3,3
|
16
|
Svartá
|
19,8
|
23,4
|
3,6
|
18
|
Hvilvt
|
18,3
|
22,3
|
4,0
|
22
|