140x140

TRÓNDUR LEIVSSON NÝGGJUR STJÓRI Á BÚNAÐARSTOVUNI

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, hevur gjørt av at seta Trónd Leivsson í starv sum nýggjan stjóra á Búnaðarstovuni.

Tróndur Leivsson er 57 ára gamal og útbúgvin landbúnaðarfrøðikandidatur frá 1985. Tróndur hevur drúgvar arbeiðsroyndir innan m.a. landbúnað, skógarrøkt og umhvørvið, og hevur harumframt drúgvar og viðkomandi leiðslu- og fyrisitingarligar royndir frá almenna geiranum, har hann síðani 1987 hevur verið stovnsleiðari og seinni deildarleiðari á Skógrøkt Landsins.
Tróndur Leivsson byrjar í starvinum tann 1. september 2015.
Búnaðarstovan ynskir Tróndi Leivssyni vælkomnum.
Á myndini sæst Tróndur (hm) saman við einum íslendskum starvsfelaga. Lerkatræið, teir standa framman fyri, er upprunaliga úr Føroyum, men er nú í Íslandi og verður brúkt í royndarvirksemi har.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369