140x140

VEKTIR Á ÓM, MARS 2016

Hósdagin 31. mars 2016 vóru vit á fjalli í Heygshaga og góvu heilivág, og vigaðu vit eisini allan seyðin. Ærnar eru farnar 300 gram aftur síðani seinasta fjall 10. februar 2016. Miðalvektin hesaferð var 45,5 kg móti 45,8 kg í februar. Í mars mánað í fjør vigaðu ærnar 42,4 kg, tað vil siga, at munurin í millum somu tíðir í fjør er 3,1 kg . Veðrið hevur verið sera lagaligt í ár, í mun til í fjør, og er hetta helst orsøkin til, at seyðurin er so væl fyri í ár.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369