140x140

Á FJALLI AT VIGA SEYÐIN HJÁ BÚNAÐARSTOVUNI

Týsdagin 23. august 2016 vóru vit á fjalli á Búnaðarstovuni. Hetta fjallið, sum er ein liður í skrásetingini í seyðahaldinum, er tað triðja árið á rað, har vit viga seyðin í august mánað og ætlanin við hesum arbeiðinum er fyrst og fremst at fáa hagtøl til vega, sum kunnu vera til hjálpar hjá bóndum og røktingarmonnum, og annars øllum, sum fáast við seyð.

August er ikki vanlig fjalltíð, kortini er hetta triðja árið á rað, har ið vit viga seyðin í Heygshaga í august mánað. Hetta fjallið kann geva okkum svar uppá ymsar spurningar, t.d. hvussu nógv lombini tyngjast seinastu vikurnar undan fletting. Tað kann vera hent at vita hjá teimum, sum fletta tíðliga at selja feskt, fyri at kunna áseta rættan søluprís. Vit máta hita og avfall á Búnaðarstovuni, og tá hesar seyðaskrásetingarnar eru gjørdar í fleiri ár, fáa vit væntandi eina greiða mynd av, hvussu nógv veðrið ávirkar vektina.

Niðanfyri standandi stabbamynd vísir eina samanbering av miðallambsvektunum tey seinastu fýra árini.

Sammeta vit tey seinastu trý árini, er munurin hesin:

Ár

2014

2015

2016

Dato

27. august

21. august

23. august

Miðalvekt í kg.

37,9

35,0

36,0

 

Atlit skal takast til, at vit ikki altíð fara á fjall sama dag ár um ár og skulu tí uml. 250 g. leggjast afturat fyri dagligan vøkstur. Um vit tá rætta okkum til 23. august hvørt ár, verður munurin hesin:

Ár

2014

2015

2016

Dato

23. august

23. august

23. august

Miðalvekt í kg.

35,9

35,5

36,0

 

Eftir hesum, kunnu vit siga, at lambsvektin í august er tann higartil besta, sum vit hava skrásett hesa tíðina á árinum. Eisini er tað áhugavert at síggja, hvussu nógv lombini í ár hava ment seg frá royting og fram til 23. august.

Nevnast kann, at tyngsta lambið í august í fjør vigaði 49 kg í mun til 52,5 kg í ár og lættasta lambið í august í fjør vigaði 19 kg í mun til 19,5. kg í ár.

Ærnar hava verið støðugt væl fyri í ár, og ársvektkurvan hjá teimum líkist væl teirri fyri 2014. Sí stabbamynd niðanfyri 

Um vit greina hagtølini hjá okkum í framleiddan biomassa (lívmegn) fyri august mánað í ár mótvegis august í fjør, fáa vit hesi úrslit.

Ærsvektir, áseyðatal og biomassi av óm í Heygshaga í august mánað árini 2015 – 2016:

Ár

2015

2016

Tal av áseyði

177

168

Miðalvekt í kg

50,8

53,5

Biomassi í kg

8.991,6

8.988,0

 

Lambsvektir, lambatal og biomassi av lombum í Heygshaga í august mánað árini 2015 – 2016:

Ár

2015

2016

Tal av lombum

160

185

Miðalvekt í kg

35,5

36,0

Biomassi í kg

5.680,0

6.660,0

 

G.g. tølini eru javnførd fyri dagamuni.

Út frá hesum tølum síggja vit, at í ár í mun til í fjør, hava vit lækkað áseyðatalið við níggju óm, hava 25 lomb fleiri enn í fjør og hava higartil í ár ein biomassa á lombum, ið er stívliga eitt tons meiri enn í fjør – hetta kann skiljast sum meir vinningur av framleiðsluni mótvegis árinum í fjør. Givið er, at veðrið hevur sína ávirkan, og var árið í fjør eitt av ringastu seyðaárum í mannaminni.

Kortini hava vit í ár fleiri lomb uppá ærina, færri ær og hægri lambatal enn í 2015. Orsøkirnar til hesa gongdina eru fleiri, og skulu vit tí sjálvandi vera varin við at gera endaligar niðurstøður, fyrr enn vit hava endurtikið skrásetingarnar í fleiri ár.

Vit mugu brúka vit og skil og taka fyrivarni og taka tey fyrstu úrslitini sum ábendingar.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369