140x140

NPA VERKÆTLAN - AVRENNING AV TØÐUM

Búnaðarstovan luttekur í tveimum norðurlendskum Northern Periphery and Arctic Programme (NPA) verkætlanum. Ein teirra, NPA verkætlanin “WatePro”, snýr seg m.a. um fyribyrging av dálking av vøtnum, áum, løkum og sjógvi. Okkara partur í verkætlanini snýr seg í høvuðsheiti um árin á náttúru av taðing.

Í hesum sambandi hevur okkara verkætlanarleiðari Jens Ivan í Gerðinum staðið fyri royndum og skrásetingum av møguligari taðingardálking í Føroyum. Eisini hevur Jens Ivan verið á ráðstevnu bæði í Írlandi og Svøríki í sambandi við verkætlanina. Tann seinasta  ráðstevnan var hildin í Svøríki í døgunum 29. november til 1. desember, á hesari ráðstevnu spurdist forvitnislig grein burturúr. Greinin kann lesast her.

Í verkætlanini luttaka

•      Savonia University of Applied Sciences, Lead Partner (Finland)

•      Geological Survey of Finland (Finland)

•      Luleå University of Technology (Svøríki)

•      Agricultural University of Iceland (Ísland)

•      Lough Neagh Partnership (Norður Írland)

•      Agri-Food and Biosciences Institute (Norður Írland)

•      Heriot Watt University (Skotland)

•      Donegal County Council (Írland)

•      Búnaðarstovan (Føroyar)

Til ber at fylgja verkætlanini á Facebook á https://www.facebook.com/waterproproject/?fref=ts og á http://www.water-pro.eu/

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369