140x140

ÚRSLITIÐ AV LANDSSEYÐASÝNINGINI 2017

Fríggjadagin 24. novembur 2017 vóru úrslitini av árligu landsseyðasýningini kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har vóru virðislønir latnar til vakrastu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.

Á hvørjum heysti eru seyðasýningar úti um landið, har sýnarar døma seyðin og velja teir vakrastu seyðirnar, sum síðani verða sýnaðir av útvaldum sýnsmonnum frá Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir. Somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum.  At enda verður so avgjørt, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: Veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.

Avgerðin
Úrslitini fyri 2017 blivu almannakunngjørd fríggjadagin 24. november 2017 á einum tiltaki á Búnaðarstovuni, har gott 100 áhugaði vóru komin saman. Tiltakið byrjaði við, at Tróndur Leivsson, stjóri bjóðaði vælkomin og helt vælkomurøðu, og síðan var sum vant felagssangur. Rólvur Djurhuus, landbúnaðarráðgevi segði nøkur orð um seyðasýningar og hvønn týdning, tær hava. Ari Johanneson vísti video av luttakandi seyðunum, og Birna Mørkøre, landsdjóralækni hevði framløgu um støðuna við ridluskriða í dag. Eftir kaffisteðgin fortaldi Tummas Marni Joensen um felagsskapin í eini óðalsbygd.  Endað varð við, at vinnandi seyðirnir vóru avdúkaðir, og Jacob Vestergaard handaði vinnarunum steyp. 

Sum nakað nýtt, hava tríggjar fyritøkur, sum selja seyðafóður, valt at stuðla landsseyðasýningini við at lata seyðafóður o.a. sum virðisløn til nr. 1, 2 og 3. Stuðlarnir eru MBM, Borg og Jógvan Weihe.

Úrslitini vóru hesi:

Veðragjólingar:

  • 1. VirðislønTummas í Niðristovu, Vestmanna, Heygahagi, innara helvt
  • 2. Virðisløn Sørin Petersen, Viðareiði, Eystur við Egg
  • 3. Virðisløn Thorvald Lützen, Syðradalur S, Syðradalshagi, syðri partur

Veturgamlir veðrar:

  • 1. Virðisløn Esmar Sørensen, Viðareiði, Úti í Líð
  • 2. Virðisløn Búnaðarstovan, Kollafjørður, Heygshagi
  • 3. Virðisløn Sólfinn Kjærbo, Sumba, Eystari Húshagi

Eldri veðrar:

  • 1. Virðisløn Jákup Jacobsen, Syðrugøta, Fyri Handan Eið, Heiðar
  • 2. Virðisløn Thorvald Lützen, Syðradalur S, Syðradalshagi, syðri partur
  • 3. Virðisløn Øssur Andreasen, Kvívík, Frammi í Haga

Videoupptøkur av øllum seyðunum og myndir av vinnandi seyðunum og frá tiltakinum, har steypini vórðu handaði, síggjast undir: Seyður - Seyðasýningar - Landsseyðasýningin 2017

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369