140x140

ÁSEYÐAROYTING 2019

Týsdagin tann 2. juli 2019 vóru vit í áseyðaroyting á Búnaðarstovuni. Umframt tað vanliga arbeiðið, varð seyðurin vigaður og vektirnar skrásettar. Hetta hava vit gjørt fleiri ferðir seinastu árini. Tann samlaða miðalvektin í 2019 var heldur lægri enn árið fyri, hóast tað vóru sjey lomb færri. Annars sóu lombini út til at trívast væl.

Vekt á lombum seinastu 8 árini

Ár

2012

2013

2014

2015

2016

2017

2018

2019

Dato

3. juli

3. juli

9. juli

8. juli

5. juli

4. juli

11. juli

2. juli

Miðalvekt í kg.

20,8

19,9

24,6

22,6

21,5

21,4

23,4

19,6

Virðini eru altíð grundað á talið av lombum, sum eru í rætt í  áseyðaroyting.

Rokna vit við, at dagligur vøkstur er 250 g, so kunnu vit við hesum rætta okkum inn til 9. juli hvørt ár. Tá eru vektirnar í 2014, 2015, 2016, 2017, 2018 og 2019 hesar:

Ár

2014

2015

2016

2017

2018

2019

Dato

9. juli

9. juli

9. juli

9. juli

9. juli

9. juli

Miðalvekt í kg.

24,6

22,81

22,25

22,60

22,9

21,35

 

Tað merkir, at lombini vigaðu 1,55 kg minni í 2019 enn í 2018.

Aftrat teimum vanligu skrásetingunum vóru blóðroyndir tiknar av lombunum fyri at kanna mótstøðuføri móti ridluskriða.

FYLGI

AA/RR/QR

AA/RR/QQ

AA/HH/QQ

AA/RH/QQ

AV/RR/QQ

AV/RR/QR

TAL AV LOMBUM

Sunnastu

5

41

2

4

5

1

58

Miðjan

4

34

 

2

10

1

51

Svartá

1

30

 

4

12

1

48

Hvilvt

3

17

 

1

6

 

27

Samlað

13

122

2

11

33

3

184

Síðani 2014 hevur Búnaðarstovan bert brúkt brundir við AA í Codon 136. Myndin niðanfyri vísir, hvussu ílegurnar eru broyttar í %, eftir at vit í 2014 fóru at sleppa brundum upp, sum hava AA í Codon 136 og frá 2015 hava vit, so vítt gjørligt, bert gjørt sleppingarlomb upp, sum hava AA í Codon 136. Í 2014 var parturin av AA 34,8%,  hetta tal er so líðandi vaksið upp í 80,4%  í 2019. Í 2014 vóru 52,2% av lombunum AV, tað er meira enn helmingurin. Hetta tal er minkað niður í 19,6% í 2019. 

Sum væntað fór parturin av VV niður í null longu fyrsta árið, men heldur óvæntað kom okkurt VV lamb fyri bæði í 2016, 2017 og í 2018. Frágreiðingin er helst tann, at við tað at Heygshagi ikki er hegnaður av, koma fremmandir brundir í hagan av og á. Hetta er helst frágreiðingin upp á, at tað kemur fyri, at okkurt lamb hevur VV í Codon 136.

Ærsvektir í februar, mars og juli seinastu sjey árini

Í 2019 vóru ærnar væl fyri og høvdu góða filing.



 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369