140x140

Týning av rottu og fyribyrging móti hesum skaðadjórum

Búnaðarstovuni er álagt at skipa fyri og hava eftirlit við, at arbeiðið at týna rottu í Føroyum verður lagt skynsamt til rættis og gjørt á rættan hátt.

Ásetingin er heimilað sambært reglugerð givin í Kunngerð nr. 20 frá 16. mai 1962 um oyðing av rottu, sum broytt við kunngerð nr. 61 frá 6. november 1962

Sambært hesi reglugerðini hava kommunurnar ábyrgdina av, at arbeiðið verður framt í verki.

Búnaðarstovan tekur sær m.a. av at fáa neyðugt, góðkent rottueitur til vega.

Búnaðarstovan hevur gjørt ein faldara um týning av rottu, ið kann heintast á leinkjuni niðanfyri.

Búnaðarstovan hevur eisini gjørt eina tilbúgvingarætlan til kommunurnar at nýta, og hevur somuleiðis orðað eina vegleiðing til borgaran, í sambandi við staðfesting av rottu og týning av hesum skaðadjórum.

 

Faldari um týning av rottu

Hvat ger kommunan

Hvat ger borgarin

Viðkomandi síður

Góð ráð frá danska stovninum Naturstyrelsen um fyribyrging og týning av rottu.

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369