140x140

NÚ ER AFTUR LOYVT AT SKJÓTA GRÁGÆS Á VELTUM LENDI

Í 2014 var heimild givin sbrt. fuglaveiðulógini til at veita loyvi at skjóta grágæs á veltum lendi í teimum førum, har grágæsnar gjørdu skaða á avgrøðina.

Hendan heimild var galdandi til 2017, og hon varð síðani longd til 31. mai 2020. Síðani tá, hevur eingin heimild verið fyri at skjóta grágæs, sum volda mein í veltum lendi, til Løgtingið í vár samtykti nýggja undantaksheimild fyri hesum.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur nú í nýggjari leiðbeining lagt heimildina til Búnaðarstovuna at umsita.

Búnaðarstovan hevur evnað til nýggj umsóknarbløð, nýggja leiðbeining og nýtt kunningartilfar, ið nú er tøkt á heimasíðuni.

Nýtt á hesum sinni er m.a., at loyvishavari og tann, ið hesin hevur hug at heimila loyvi víðari til, í báðum førum skulu vera við á umsóknarblaðnum, og at bæði loyvishavari og heimilaði í báðum førum skulu hava galdandi loyvi frá Búnaðarstovuni hjá sær at vísa fram fyri eftirlitinum (Politinum).

Loyvistíðin kann vera fram til ársenda 2025, men er treytað av, at árliga fráboðanarskyldan til Búnaðarstovuna um skotnar gæs verður hildin, tí annars fellir loyvið burtur.

Øll villgásasløg eru friðað í Føroyum, og talan er tí um undantaksloyvi til at skjóta slagið Grágás, ið volda mein. Búnaðarstovan hevur tí fingið fuglaserkøna Silas Olofson at gera eitt upprit um tey gásasløg, ið ein kann hitta í veltum lendi í Føroyum, har Silas við beinraknum orðum og góðum myndum lýsir hesi sløgini, soleiðis at eingin ivi eigur at vera hjá veiðumanninum um, hvussu Grágás kennist frá øðrum gásasløgum. Uppritið skulu umsøkjarar kunna seg við, og er tað at finna á heimasíðuni saman við umsóknarblaði og leiðbeining.

Umsóknarblað og onnur viðkomandi skjøl kunnu heintast her.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369