140x140

ULLARMÓTTØKA Á BÚNAÐARSTOVUNI Á SUMRI 2021

Frá 20. juli til 21. august 2021 verður tikið ímóti ull á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Tikið verður ímóti ull hósdag og fríggjadag frá kl. 10.00 til kl. 16.00 og leygardagar frá kl. 13.00 til 18.00.

Er talan um størri nøgdir, er best, at tygum avtala tíð frammanundan. Ullin verður góðskumett og avroknað eftir góðsku.

Ullin skal vera turr, rein og nosslig og stungin í reinar posar.

Tikið verður ikki ímóti vátari ull og heldur ikki í móti pesjum (fleirárað ull). Ull við skræpu ella málingarrestum í, ull við ov nógvum mosa, bosi ella eyri í, og ull við fremmandalikamum í (t.d. restir av bótum, tráði o.tíl.) verður somuleiðis vrakað. Ansi eftir at taka hetta frá, áðrenn komið verður við ullini til Búnaðarstovuna.

Ullin verður skild í tveir góðskuflokkar, I. flokk og II. flokk.

Tøvd ull, hálsull o.tíl. verður avroknað í II. flokki. Somuleiðis verður ull við nakað av mosa o. líkn. avroknað í II. flokki.

Jú betur ullin er hagreidd og flokkað frá veitarans hond, jú skjótari gongur avrokningin á móttøkustaðnum.

Fyri ull í I. flokki verður latið kr. 10,- fyri kg, íroknað MVG.

Fyri ull í II. flokki verður latið kr. 1,50 fyri kg, íroknað MVG.

Er veitarin ikki MVG skrásettur, verður prísurin tí ávikavist kr. 8,- og kr. 1,20 fyri kg.

Navn, føðingardagur ella V-tal og konto nr. at flyta gjaldið fyri ullina á, skulu upplýsast, tá ullin verður latin inn.

Eru ivamál, áðrenn móttøkan letur upp, vendið tykkum tá til Dortheu Joensen, á tlf. 29 90 19 ella dj@bst.fo. Eftir 20. juli ber til at ringja beinleiðis til ullarmóttøkuna á tlf. nr. 29 90 18.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369