ULL TIL SØLU Á BÚNAÐARSTOVUNI - SMÆRRI NØGDIR
Búnaðarstovan hevur ull til sølu, sum er savnað inn í ullarmóttøkuni í summar. Nakað av serliga góðari ull varð løgd til síðis og til ber at keypa hesa ullina í smáum nøgdum. Ullin er væl egnað til alt ullararbeiði, m.a. sera væl egnað til at spinna og tílíkt.
Talan er um 1. floks ull í øllum náttúrulitum. Hendan ullin verður seld fyri 50,- kr. kg, íroknað MVG.
Ullin er samfingin og ikki vaskað, men er natúrliga rein og turr.
Ullin fæst til keyps á Búnaðarstovuni yrkadagar millum kl. 9.00 og kl. 15.00. Áhugaði kunnu eisini ringja á tlf. 299019.
« Aftur