140x140

ULL TIL SØLU Á BÚNAÐARSTOVUNI - SMÆRRI NØGDIR

Búnaðarstovan hevur ull til sølu, sum er savnað inn í ullarmóttøkuni í summar. Nakað av serliga góðari ull varð løgd til síðis og til ber at keypa hesa ullina í smáum nøgdum. Ullin er væl egnað til alt ullararbeiði, m.a. sera væl egnað til at spinna og tílíkt. 

Talan er um 1. floks ull í øllum náttúrulitum. Hendan ullin verður seld fyri 50,- kr. kg, íroknað MVG. 

Ullin er samfingin og ikki vaskað, men er natúrliga rein og turr.

Ullin fæst til keyps á Búnaðarstovuni yrkadagar millum kl. 9.00 og kl. 15.00. Áhugaði kunnu eisini ringja á tlf. 299019.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369