ULL TIL SØLU - HEILSØLA
Búnaðarstovan lýsir við hesum ullina, sum savnað varð inn í Ullarmóttøkuni í 2021, til sølu.
Ullin verður seld í ballum, sum hvør vigar uml. 250 kg.
Talan er um 2 flokkar av ull:
1. flokkur: ull í 6 ymiskum náttúrulitum. Umleið 20 tons í alt.
2. flokkur: ikki skilt í litir, umleið 2,5 tons í alt.
Neyvt yvirlit er til taks her, sum vísir hvørja ballu sær við ávikavist nummari, vekt, flokki, og fyri 1. flokk somuleiðis liti.
Nøgdin, sum verður seld, er hendan:
|
Litur: |
Hvítt |
Ljósagrátt |
Myrkagrátt |
Morreytt |
Svart |
Flekkut |
Fyrsti flokkur: |
Tal av ballum: |
26 stk. |
16 stk. |
11 stk. |
5 stk. |
8 stk. |
16 stk. |
|
Kilo íalt: |
6.413 kg |
3.928 kg |
2.587 kg |
1.291 kg |
2.050 kg |
3.963 kg |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
Litur: |
Litblanding |
|
|
|
|
|
Annar flokkur: |
Tal av ballum: |
12 stk. |
|
|
|
|
|
|
Kilo íalt: |
2.553 kg |
|
|
|
|
|
Sølutreytir:
Ullin verður seld sambært skrivligum, bindandi boði, ið skal latast Búnaðarstovuni í seinasta lagi 20. oktober 2021 kl. 15.00.
Búnaðarstovan miðar eftir einum minstaprísi áljóðandi ávikavist kr. 8,00 pr. kg av ull í 1. flokki og kr. 2,00 pr. kg av ull í 2. flokki, umframt MVG.
Tað hevur alstóran týdning fyri Búnaðarstovuna at selja alla ullina. Tí skilar Búnaðarstovan sær rætt til at velja tað ella tey tilboð framum, ið samlað sæð veitir/veita bestu søluinntøkuna fyri alla ullina á hesum sinni.
Gjaldstreytirnar eru netto kontant gjald seinast 10 yrkadagar frá fakturadato; veitir keyparin hinvegin í hesum tíðarskeiði bankatrygd fyri fakturaupphæddini, kann Búnaðarstovan veita 12 mðr. gjaldsfreist. Eftir falna freist er Búnaðarstovan í allar mátar leys av avtaluni.
Vøran kann heintast við framvísing av gjaldskvittan/bankatrygd fram til í seinasta lagi 1 mðr. eftir fakturadato; eftir falna freist, er Búnaðarstovan í allar mátar leys av avtaluni.
Vøran kann heintast gerandisdagar Ex Works (Incoterms 2010) lagur hjá Búnaðarstovuni, Frammi í Dal 166, FO-410 Kollafjørður, Føroyar.
Ósemjur skulu viðgerast í Føroya Rætti.
Heldur keyparin ikki sølu- og gjaldstreytirnar, tilskilar Búnaðarstovan sær óskerdan rætt til at ógilda søluna til viðkomandi.
Meira fæst at vita á Búnaðarstovuni. Eru spurningar kunnu teir sendast til Dortheu Joensen við telduposti til: dj@bst.fo
« Aftur