140x140

STRÁFÓÐURSTUÐUL 2021

Freistin at søkja um stráfóðurstuðul fyri 2021 er 1. november 2021.

Við heimild í § 5 í kunngerð nr. 76 frá 15. mai 2018 um stuðul til landbúnaðin, kann studningur verða latin til føroyskt framleitt stráfóður:

§ 5. Studningur verður latin til føroyskt framleitt stráfóður, sum verður brúkt í neytahaldinum og seyðahaldinum. Stráfóður er súrhoyggj í brunni ella rullubyrðu og hoyggj.

Stk. 2. Studningur kann vera treytaður av, at fóðrið lýkur ásett góðskukrøv frá Búnaðarstovuni.

Umsøkjarin skal vera bókhaldsskyldigur og meirvirðisskrásettur sambært galdandi lóggávu.

Umsóknarblað kann takast niður her ella við at ringja ella skriva til Búnaðarstovuna, Frammi í Dal 166, 410 Kollafjørður, tlf. 479000, teldupostur bst@bst.fo,

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369