ÚRSLITIÐ AV LANDSSEYÐASÝNINGINI 2021 VERÐUR KUNNGJØRT 26.11.2021
Fríggjakvøldið 26.11.2021 kl. 19.00 verður alment tiltak á Búnaðarstovuni, har úrslitið av Landsseyðasýningini 2021 verður almannakunngjørt. Sambært almennu tilmælunum er neyðugt við koronapassi ella negativari test.
Skráin fyri dagin verður hendan:
· Vælkomuheilsan og felagssangurin “Nú hvítna tindar fjøllum á”.
· Ari Johanneson vísir videoupptøkur av øllum teimum brundseyðum, sum hava verið meldaðir til landsseyðasýningina í ár.
· Kaffisteðgur.
· Ari Johanneson vísir videoupptøkur av teimum 8 brundseyðunum í hvørjum flokki, sum hava fingið flest stig.
· Úrslitini av Landsseyðasýningini 2021 verða kunngjørd, og virðislønirnar verða handaðar.
Tiltakið endar við, at Tjóðsangurin verður sungin.
Eftir sjálvt tiltakið eru fólk hjartaliga vælkomin at verða sitandi til eitt gott prát.
Tiltakið verður stroymt á hesari leinkjuni: https://youtu.be/GeCbDHN14dE
« Aftur