140x140

ÚRSLITIÐ AV LANDSSEYÐASÝNINGINI 2021

  • Fríggjadagin 26. novembur 2021 vórðu úrslitini av árligu Landsseyðasýningini kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har vórðu virðislønir latnar til bestu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.

  • Yvirlit yvir tilmeldaðu seyðirnar 2021

  • Videoupptøkur av øllum seyðunum, ið vóru meldaðir til Landsseyðasýningina í ár

  • ​​Myndir av øllum seyðunum, ið tóku lut í Landsseyðasýningini í ár 

  • Myndir av seyðunum, ið vunnu Landsseyðasýningina 2021

  • Á hvørjum heysti eru staðbundnar seyðasýningar úti um landið, har góðkendir sýnarar døma brundseyð. Seyðurin, ið antin hevur fingið úrvalspremiu ella 1. premiu á teimum staðbundnu sýningunum, kann síðan verða meldaður til Landsseyðasýningina, ið Búnaðarstovan skipar fyri, sum liður í arbeiðinum at ala fram so lýtaleysan seyð í Føroyum, sum gjørligt. Til Landsseyðasýningina verða tilmeldaðu seyðirnir sýnaðir umaftur av útvaldum sýnsmonnum, bidnir til uppgávuna av Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir, og somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum.  At enda verður so avgjørt, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: Veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.

  • Avgerðin
    Úrslitini fyri 2021 blivu almannakunngjørd fríggjadagin 26. november 2021 á einum tiltaki á Búnaðarstovuni, har gott 40 áhugaði vóru komin saman. Tiltakið byrjaði við, at Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi bjóðaði vælkomin og helt vælkomurøðu, og síðan var sum vant felagssangur.

    Ari Johanneson vísti video av luttakandi seyðunum. Síðan var kaffisteðgur.

    Eftir kaffisteðgin vórðu videoupptøkur vístar av 8 teimum fremstu brundseyðunum í hvørjum bólki. Síðan helt Jacob Vestergaard røðu vegna sýnsmennirnar, og kunngjørdi vinnararnar og handaði teimum virðislønirnar.

  • Úrslitini vóru hesi:

    Veðragjólingar:

  • 1. Virðisløn: Thorvald Lützen, Syðradalur
  • 2. Virðisløn: Dánjal Pauli í Búðini, Velbastaður
  • 3. Virðisløn: Búnaðarstovan, Kollafjørður
  •  
  • Veturgamlir veðrar:

  • 1. Virðisløn: Sigtór Thorvaldson Lützen, Syðradalur
  • 2. Virðisløn: Mortan úr Hørg, Sumba
  • 3. Virðisløn: Dánjal Pauli í Búðini, Velbastaður
  •  
  • Eldri veðrar:
  • 1. Virðisløn: Christian Christiansen, Skáli
  • 2. Virðisløn: Jákup J. Joensen, Sumba
  • 3. Virðisløn: Juul Sumberg, Vágur
  •  

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369