
STUÐUL TIL GARVING AV FØROYSKUM SEYÐASKINNUM
Í Løgtingsfíggjarlógini fyri 2021 eru játtaðar 300 túsund krónur til at stuðla garving av føroyskum seyðaskinnum. Endamálið við játtanini er at tryggja, at føroysk seyðaskinn koma til høldar. Stuðul verður veittur sum endurgjald fyri djóralæknakanningar og -váttanir og fyri flutning í sambandi við, at skinnini verða garvaði.
Síðsta freist at søkja um stuðul av játtanini fyri 2021 er hin 15.12.2021, og umsóknarblaðið kann heintast her
Reglugerð fyri veiting av stuðulsjáttan til føroysk seyðaskinn kann heintast her
« Aftur