140x140

STUÐUL TIL GARVING AV FØROYSKUM SEYÐASKINNUM

Í Løgtingsfíggjarlógini fyri 2021 eru játtaðar 300 túsund krónur til at stuðla garving av føroyskum seyðaskinnum. Endamálið við játtanini er at tryggja, at føroysk seyðaskinn koma til høldar. Stuðul verður veittur sum endurgjald fyri djóralæknakanningar og -váttanir og fyri flutning í sambandi við, at skinnini verða garvaði.

Síðsta freist at søkja um stuðul av játtanini fyri 2021 er hin 15.12.2021, og umsóknarblaðið kann heintast her

Reglugerð fyri veiting av stuðulsjáttan til føroysk seyðaskinn kann heintast her

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369