140x140

STUÐUL TIL GRØNMETISFRAMLEIÐSLU 2022

Í Løgtingsfíggjarlógini fyri 2022 eru játtaðar 800 túsund krónur til at stuðla verkætlanum og royndum við føroyskari grønmetisframleiðslu.

Stuðul verður veittur til verkætlanir og royndir við føroyskari grønmetisframleiðslu.

Játtanin verður umsitin av Búnaðarstovuni. Fyri at fáa stuðul av játtanini fyri 2022, skal serligt umsóknarblað fyllast út og sendast Búnaðarstovuni. Reglugerðin fyri stuðulsjáttanina kann lesast her, og umsóknarblaðið kann takast niður her.

Freistin at søkja um stuðul er 1. mars 2022.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369