140x140

LÆRARARAR TIL ‘Yrkisskeið innan landbúnað’ HJÁ BÚNAÐARSTOVUNI

Søkt verður eftir lærarum at undirvísa á landbúnaðarskeiðinum ‘Yrkisskeið innan landbúnað’, ið Búnaðarstovan skipar fyri í samstarvi við Uttanríkis- og mentamálaráðið. Talan er um kvøldskúlaskeið við tveimum undirvísingarkvøldum um vikuna, hvørt kvøldið á 4 tímar, og vanliga í tíðarskeiðinum frá fyrst í september til fram ímóti jóansøku. Undirvísingin er, sum nú er, skipað í 7 eindum (blokkum). Undirvísingin  fer fram á Búnaðarstovuni í Kollafirði, umframt við ávísum fjarlestrarmøguleika.

Søkt verður eftir lærarum til hesar tríggjar lærugreinar: “plantulæra”, “húsdjór” og “lívfrøði og náttúra”.

Undirvíst verður í 20 tímar í lívfrøði og náttúru. Undirvísingin endar við munnligari próvtøku.

Undirvíst verður 40 tímar í plantulæru, endað verður við munnligari próvtøku.

Undirvíst verður 40 tímar í húsdjórum, har endað verður við skrivligari próvtøku.

Lærarin skipar próvtøkuna saman við Búnaðarstovuni og Próvstovuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Lærarin førir næmingin upp til munnligu próvtøkurnar og rættar uppgávurnar til skrivligu próvtøkurnar, saman við einum próvdómara.

Næmingarnir skulu skriva eina verkætlan við skeiðsenda, har lærarin í viðkomandi lærugrein gerst vegleiðari. Vegleiðandi lærarin rættar skrivligu verkætlanirnar og førir næmingarnar upp, tá verkætlanin verður løgd fram.

Ynskiligt er, at umsøkjarar hava hægri útbúgving innan viðkomandi náttúruvísindaliga lærugrein.

Størvini verða lønt sambært løn fyri frítíðarundirvísing.

Umsókn við avrit av viðkomandi prógvi og cv skulu vera Búnaðarstovuni í hendi í síðsta lagi 10. mars 2022.

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja ella skriva til Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgeva, tlf. 479000 ella jiig@bst.fo

Umsóknin kann sendast við telduposti til bst@bst.fo ella latast Búnaðarstovuni, Frammi í Dal 166, FO-410 Kollafjørður.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369