140x140

ALMENT TILTAK UM TURKING AV HOYGGI

Týsdagin 5. apríl 2022 kl. 19:00, kemur Ole Løkra úr Noregi at hava eina framløgu um tekniskar loysnir til hoyturking.

Ole er úr Molde og hevur ein garð í brattlendinum á Verma í Møre og Romsdal. Hann hoyggjar 3-4 kúfóður um árið, við vanligari sláimaskinu, sum vit kenna tær her heima.

Har umframt arbeiðir hann við ymiskum tekniskum loysnum at turka hoygg í samstarvi við týsku fyritøkuna HSR Heutrocknung.

Ole kemur at greiða frá sínum royndum og at geva nøkur boð uppá, hvørjar loysnir kundu hóska til føroysk viðurskifti.

Tiltakið er alment og ókeypis. 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369