140x140

EVROPEISKUR ULLARDAGUR Á BÚNAÐARSTOVUNI OG Á NETINUM

Leygardagin 9. apríl 2022 verður evropeiski ullardagurin á øðrum sinni.

Aftur í ár er møguleiki at koma á Búnaðarstovuna at síggja ullarvirking, umframt at hoyra ungdómar greiða frá teirra arbeiði við ull.

SKRÁIN FYRI LEYGARDAGIN 9. APRÍL 2022 ER HENDAN:

10.00 - 12.00 alment tiltak á Búnađarstovuni, har til ber at royna at nappa, karđa, spinna og at binda beinleiđis úr ullini.

Tvær framløgur verđa frá ungdómum, sum hava vunniđ kappingina Ungt Virkiđ.

Kl. 10.30 Broddi, sum hevur gjørt lampu viđ skermi úr ull

Kl. 11.30 Ovis, sum hevur gjørt ljóđpanel úr ull

Veriđ væl komin.

Evropeiska tiltakið byrjar kl. 14.00 á netinum. Til ber at fylgja við tiltakinum her.
Skráin fyri dagin á netinum sæst her.
Føroyska ískoyti til evropeiska ulladagin í ár er filmurin hjá Shisa Brand og fleiri, The Wool Islands, tað verður bara víst eitt brot úr filminum, men filmurin sæst í fullari longd her. Hann verður vístur kl. 19.10 føroyska tíð leygarkvøldið.

 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369