140x140

ROKNSKAPIR Í SAMBAND VIÐ STUÐULSVEITINGAR, SUM BÚNAÐARSTOVAN UMSITUR

Mint verður á, at sambært ásetingunum í Kunngerð nr. 125/2011 um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan eigur stuðultmóttakari at lata roknskaparfrásøgn inn til Búnaðarstovuna fyri árið, hann hevur fingið stuðul veittan í.

Krøvini til hvør, hvat slag av roknskapi og møguligari grannskoðanarváttan, ið skulu latast Búnaðarstovuni fyri stuðulin, ið móttikin er í undanfarna ári, eru nærri lýst í §§ 20, 21, 22 og 23 í omanfyri nevndu kunngerð, og hesi eru eisini umrødd í umsóknarskjølunum á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni. Øll kunngerðin kann lesast her (Lógasavn (logir.fo),

Tey, ið hava fingið stuðul í 2021, eru fevnd av hesum ásetingum, og tey, sum ikki longu hava sent Búnaðarstovuni roknskaparfrásøgnina inn, verða biðin um at gera tað sum skjótast.

Nýggjur stuðul verður ikki veittur, fyrr enn roknskapur fyri farna árið, t.v.s. fyri 2021, er móttikin.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Búnaðarstovuna á tlf. 479000 ella við telduposti til bst@bst.fo

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369