140x140

STARVSFÓLK TIL VERKLIGT ARBEIÐI Á BÚNAÐARSTOVUNI

Søkt verður eftir starvsfólki til Búnaðarstovuna til at taka sær av verkligum uppgávum í samband við royndargarðin Heygsgarð hjá Búnaðarstovuni. Talan er um fast starv, sum verður at seta skjótast gjørligt. Í fyrsta umfarið er talan um hálvtíðarstarv upp á ársbasis, tó við skiftandi arbeiðsbyrðu eftir árstíðini. Starvið verður partur av deildini fyri landbúnaðarroyndir og -ráðgeving, sum landbúnaðarráðgevin er deildarleiðari fyri.

Arbeiðið kemur at fevna um ymiskt arbeiði á deildini fyri landbúnaðarroyndir og     -ráðgeving.

Høvuðsuppgávan verður at standa fyri ullarmóttøkuni um summarið, at skipa og leiða verkliga arbeiði í móttøkuni, og at fáa ullina sum tilfeingi væl til høldar. Harumframt at luttaka í arbeiðinum at menna gagnnýtsluna av ullini sum tilfeingi. Tíðarskeiðið, meðan árliga ullarmóttøkan er, er talan um fulltíðar starv, onkuntíð eisini nakað meir enn tað.

Harnæst skal viðkomandi, undir atliti til árstímatalið fyri starvið, taka sær av vanligum røktararbeiði á garðinum og á stovninum, og skal kunna virka sum atstøðingur í sambandi við ymist royndararbeiði. Eisini skal viðkomandi kunna taka lut í ymiskum eftirlits- og umsitingararbeiði, harímillum ymsum eftirlitsuppgávum úti hjá stuðulsumsøkjarum o.ø.

Krøv til umsøkjarar. Yrkisútbúgving innan tilfeingisvinnu, tóvirkisvinnu, landbúnað o.tíl. og viðkomandi starvsroyndir innan økið. Fakliga viðkomandi yvirbygningur er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og  Starvsfelagið.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgeva, við at senda teldupost til jiig@bst.fo ella við at ringja til 479000.

Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera Búnaðarstovuni í hendi í síðsta lagi 1. juli 2022 kl. 15.00. Búnaðarstovan, Frammi í Dal 166, FO-410 Kollajførður, ella t-post til bst@bst.fo

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369