140x140

SKRIVSTOVUFÓLK TIL BÚNAÐARSTOVUNA

Søkt verður eftir skrivstovufólki til Búnaðarstovuna. Talan er um fast starv, sum verður at seta skjótast gjørligt. Í fyrsta umfarið er talan um hálvtíðarstarv. Starvið verður partur av umsitingartoyminum á stovninum.

Arbeiðið kemur at fevna um vanligt skrivstovuarbeiði, har høvuðsuppgávurnar vera innkrevjing og umsiting av festi- og leigugjøldum og at fremja roknskapareftirlit í samband við veittan landbúnaðarstuðul. Búnaðarstovan brúkar FSL-skipanina hjá Føroya Gjaldstovu – Búskaparskipan Landsins - til øll síni bókhaldsviðuskifti.

Krøv til umsøkjarar. Skrivstovuútbúgvng ella líknandi útbúgving og viðkomandi royndir. Kunnleiki til Búskaparskipan Landsins er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og  Starvsfelagið.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Dortheu Joensen við at senda teldupost til dj@bst.fo ella við at ringja til 479000.

Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera Búnaðarstovuni í hendi í síðsta lagi 1. juli 2022 kl. 15.00. Búnaðarstovan, Frammi í Dal 166, FO-410 Kollajførður, ella t-post til bst@bst.fo

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369