
ULLARMÓTTØKA Á BÚNAÐARSTOVUNI Á SUMRI 2022
Frá 14. juli til 20. august 2022 verður tikið ímóti ull á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Tikið verður ímóti ull hósdag og fríggjadag frá kl. 10.00 til kl. 16.00 og leygardagar frá kl. 13.00 til 18.00.
Er talan um størri nøgdir, er best, at tygum avtala tíð frammanundan. Ullin verður góðskumett og avroknað eftir góðsku.
Ullin skal vera turr og nosslig og stungin í reinar posar.
Tikið verður ikki ímóti vátari ull. Ull við skræpu ella málingarrestum í, pesjur (fleirárða ull), ull við ov nógvum mosa, bosi ella eyri í, og ull við fremmandalikamum í (t.d. restir av bótum, tráði o.tíl.) verður somuleiðis vrakað. Ansi eftir at taka hetta frá, áðrenn komið verður við ullini til Búnaðarstovuna.
Ullin verður skild í tveir góðskuflokkar, I. flokk og II. flokk.
Tøvd ull, hálsull o.tíl. verður avroknað í II. flokki. Somuleiðis verður ull við nakað av mosa o. líkn. avroknað í II. flokki.
Jú betur ullin er hagreidd og flokkað frá veitarans hond, jú skjótari gongur avrokningin á móttøkustaðnum.
Fyri ull í I. flokki verður latið kr. 10,- fyri kg, íroknað MVG.
Fyri ull í II. flokki verður latið kr. 1,50 fyri kg, íroknað MVG.
Er veitarin ikki MVG skrásettur, verður prísurin tí ávikavist kr. 8,- og kr. 1,20 fyri kg.
Navn, føðingardagur ella V-tal og konto nr. at flyta gjaldið fyri ullina á, skulu upplýsast, tá ullin verður latin inn.
Eru ivamál ella ynski um at sleppa av við ullina fyrr, áðrenn móttøkan letur upp, vendið tykkum tá til Dortheu Joensen, á tlf. 29 90 19 ella dj@bst.fo. Eftir 6. juli ber til at ringja beinleiðis til ullarmóttøkuna á tlf. nr. 29 90 18.
« Aftur