140x140

LANDSSEYÐASÝNINGIN 2022

Landsseyðasýningin 2022 verður eins og síðstu árini, at sýnsmenn fara út í økini at sýna. Hetta verður í tíðarskeiðnum 9. til 14. november 2022. Endaliga úrslitið fyri LSS 2022 verður kunngjørt fríggjakvøldið 25. november 2022, kl. 19.00. 

Reglugerðin fyri Landsseyðasýningina kann lesast her.

Fyri at luttaka í landsseyðasýningini, skal seyðurin hava fingð eina váttan uppá, at hann er sýnaður á lokalari sýning av 3 sýnarum, harav 2 skulu vera góðkendir. Váttanin kann takast niður av heimasíðu Búnaðarstovurnar. Harafturat skal seyðurin vera frískur, og tað skal vera staðfest við ílegukanning, at hann hevur mótsøðuføri móti ridluskriða, sum greitt er frá í reglugerðini fyri LSS.

Seyðurin skal meldast til landsseyðasýningina á Búnaðastovuni í síðsta lagi mánadagin tann 7. november 2020 kl. 15.00. Tá meldað verður til, skal sýnsváttan sendast Búnaðarstovuni samstundis. Valdir verða 5 góðkendir sýnsmenn, umframt ein samskipara og ein skrivara.

Tá tær lokalu sýningarnar hava verið, fara valdu sýnsmennirnir runt til økini at sýna 3 teir vakrastu veðragjólingarnar, 3 teir vakrastu veturgomlu veðrarnar og 3 teir vakrastu veðrarnar 2 ár ella eldri.
Samskiparin setir seg í samband við ein persón úr økinum, sum samlar vinnandi seyðirnar frá viðkomandi sýning á einum stað. Hetta er tó treytað av, at teir eru meldaðir til landsseyðasýningina. Síðan fara valdu sýnsmennirnir út at sýna viðkomandi seyðir.
Sýnsháttur: seyðurin verður sýnaður eftir einum stigaskala frá 0 – 10 fyri ávikavist – bein framman – bein aftan – horn – ull – heildarmynd. Mátini frá teimum lokalu sýningunum verða nýtt. Sýnsmenninir sýna hvør sær, og tá liðugt er á einum stað, verða sýnspappírini hjá teimum 5 dómarunum handað skrivaranum til varðveitslu.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369