ÚRSLITIÐ AV LANDSSEYÐASÝNINGINI 2022
-
Videoupptøkur av øllum seyðunum, ið vóru meldaðir til Landsseyðasýningina í ár
-
Myndir av øllum seyðunum, ið tóku lut í Landsseyðasýningini í ár
-
Fríggjadagin 25. novembur 2022 vórðu úrslitini av árligu Landsseyðasýningini kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har vórðu virðislønir latnar til bestu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.
-
Á hvørjum heysti eru staðbundnar seyðasýningar úti um landið, har góðkendir sýnarar døma brundseyð. Seyðurin, ið antin hevur fingið úrvalspremiu ella 1. premiu á teimum staðbundnu sýningunum, kann síðan verða meldaður til Landsseyðasýningina, ið Búnaðarstovan skipar fyri, sum liður í arbeiðinum at ala fram so lýtaleysan seyð í Føroyum, sum gjørligt. Til Landsseyðasýningina verða tilmeldaðu seyðirnir sýnaðir umaftur av útvaldum sýnsmonnum, bidnir til uppgávuna av Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir, og somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum. At enda verður so avgjørt, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: Veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.
-
Avgerðin
Úrslitini fyri 2022 blivu almannakunngjørd fríggjadagin 25. november 2022 á einum tiltaki á Búnaðarstovuni, har gott 60 áhugaði vóru komin saman, umframt at umleið 50 fólk fylgdu við á netinum. Tiltakið byrjaði við, at Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni bjóðaði vælkomin og helt vælkomurøðu, og síðan var sum vant felagssangur.Ari Johanneson vísti video av luttakandi seyðunum. Síðan var kaffisteðgur.
Eftir kaffisteðgin vórðu videoupptøkur vístar av 8 teimum fremstu brundseyðunum í hvørjum bólki. Síðan helt Niels Pedersen, formaður í Óðalsfelagnum røðu, kunngjørdi vinnararnar og handaði teimum virðislønirnar.
-
Úrslitini vóru hesi:
Veðragjólingar:
- 1. Virðisløn: Ólavur Reinert, Noðradalur
- 2. Virðisløn: Mattias Borgarlíð, Vestmanna
- 3. Virðisløn: Michael Bertholdsen, Hvalba
-
Veturgamlir veðrar:
- 1. Virðisløn: Sigtór Lützen, Syðradalur
- 2. Virðisløn: Øssur Andreasen, Kvívík
- 3. Virðisløn: Bjarni Jacobsen, Sumba
- Eldri veðrar:
- 1. Virðisløn: Sigmar Berg Hentze, Hvalba
- 2. Virðisløn: Mortan úr Hørg, Sumba
- 3. Virðisløn: Hans Anders Jacobsen, Strendur