140x140

AVLÝSTUR - ALMENNUR FYRILESTUR UM SEYÐAHALD OG MATVØRUTRYGD, 8. FEBRUAR 2023

Vegna veður verður fyrilesturin um seyðahald og matvørutrygd avlýstur. Miðjað verður eftir, at hava fyrilesturin seinni í vár.

AVLÝSTUR - Mikudagin 8. februar, verður fyrilestur á Búnaðarstovuni um seyðahald og matvørutrygd við Jóhannesi Sveinbyrnssyni.

Jóhannes starvast á lærda landbúnaðarháskúlanum í Íslandi sum granskari og lærari í fóðurvísindi, seyða-, og mjólkneytavinnu, og matvørutilbúgvingartrygd.

Jóhannes, sum eisini er bóndi, kemur at greiða frá um:

Íslendskan landbúnað og matvørusjálvbjargni.

Íslendskt seyðahald.

Fóðring og beitisnýtslu.

Aling og aliamboð í seyðahaldinum.

Nýtsluvirðið við skanning av óm.

Tøkni og verkligar mannagongdir í hoygging.

Menningin í íslendskum seyðahaldi.

Tiltakið verður frá kl. 19:00 til kl. 21:00.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369