AVLÝSTUR - ALMENNUR FYRILESTUR UM SEYÐAHALD OG MATVØRUTRYGD, 8. FEBRUAR 2023
Vegna veður verður fyrilesturin um seyðahald og matvørutrygd avlýstur. Miðjað verður eftir, at hava fyrilesturin seinni í vár.
AVLÝSTUR - Mikudagin 8. februar, verður fyrilestur á Búnaðarstovuni um seyðahald og matvørutrygd við Jóhannesi Sveinbyrnssyni.
Jóhannes starvast á lærda landbúnaðarháskúlanum í Íslandi sum granskari og lærari í fóðurvísindi, seyða-, og mjólkneytavinnu, og matvørutilbúgvingartrygd.
Jóhannes, sum eisini er bóndi, kemur at greiða frá um:
Íslendskan landbúnað og matvørusjálvbjargni.
Íslendskt seyðahald.
Fóðring og beitisnýtslu.
Aling og aliamboð í seyðahaldinum.
Nýtsluvirðið við skanning av óm.
Tøkni og verkligar mannagongdir í hoygging.
Menningin í íslendskum seyðahaldi.
Tiltakið verður frá kl. 19:00 til kl. 21:00.
« Aftur