140x140

LANDBÚNAÐARSTUÐUL OG ROKNSKAPUR

Landbúnaðarstuðul er MVG-fríður, men skattskyldigur.

Sambært ásetingunum í Kunngerð nr. 125 frá 19. september 2011 um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan, sí Lógasavn (logir.fo), eigur stuðulsmóttakari, t.v.s. tann, ið fær almennan stuðul goldnan út - í hesum føri landbúnaðarstuðul av ymsum slagi, sum Búnaðarstovan umsitur, at lata roknskaparfrásøgn inn til Búnaðarstovuna fyri árið, ið hann hevur fingið stuðul veittan í. Roknskaparkrøvini til stuðulsmóttakaran eru ymisk alt eftir stuðulshátti og árligari upphædd. Nærri sæst um hesi viðurskifti í §§ 21 og 22 í omanfyri nevndu kunngerð.

Bøndur, t.d. seyðabøndur, ið eru MVG skrásettir, men sum lata persónligan roknskap inn, kunnu nýta serstakt oyðiblað hjá TAKS, “Roknskaparleistur fyri landbúnað” til endamálið, ið er tøkt á heimasíðuni www.taks.fo á leinkjuni: roknskaparleistur-fyri-landbúnað2.xlsx (live.com)

Landbúnaðarstuðulin frá Búnaðarstovuni skal takast við í teigin “Inntøka, fevnd av §12”, ið er at finna undir ovasta høvuðsbrotinum “Umsetningur”.

Tey, ið hinvegin hava landbúnaðarraksturin skipaðan í PF og Sp/f hátti, skulu hava landbúnaðarstuðulin frá Búnaðarstovuni við sum serstakan post á inntøkusíðuni í roknskapinum, soleiðis at stuðulin greitt framgongur av hesum.

Tá roknskapurin er latin inn til TAKS, skal avrit sendast við telduposti til Búnaðarstovuna; antin á teldupostadressuna bokhald@bst.fo ella á bst@bst.fo.

Viðmerkjast skal, at landbúnaðarstuðulin er MVG-fríður, men at stuðulin hinvegin er skattskyldigur. Sostatt er týdningarmikið, at landbúnaðarstuðulin er tikin við í roknskapinum.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369