140x140

BURÐARDYGT MATSJÁLVBJARGNI Í FØROYUM

Tiltak á Búnaðarstovuni leygardagin 15. apríl 2023

SKRÁIN  FYRI  DAGIN  KANN  LESAST her

Leygarmorgunin 15. apríl 2023, kl. 9.15 til 13.30, bjóða Umhvørvisstovan og Búnaðarstovan til tiltak á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Evnið á skrá er "Burðardygt matsjálvbjargni í Føroyum".

Í 2021 og 2022 var Búnaðarstovan partur av norðurlendskari verkætlan um matsjálvbjargni í fimm norðurlendskum oyggjasamfeløgum: Bornholm, Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Álandi.

Úrslitið var ein frágreiðing (sí: Selvforsyning av fødevarer), sum vísti á møguleikar og avbjóðingar fyri at økja sjálvbjargni við matvørum á burðardyggum grundarlagi  í luttakandi londunum. Trý høvuðtilmæli vórðu orðað fyri hvørt land.

Tilmælini fyri Føroyar vóru:

  • At styrkja samstarv og dialog millum allir partar í virðisketuni, frá matvøruframleiðara til sølustað, fyri at bøta um atgongdina til matvørur, ið eru framleiddar í Føroyum.
  • At finna hóskandi støði fyri matvøruframleiðslu og matvørutrygd og seta ítøkilig mál. Lóggáva og peningalig tileggjan og virkisætlanir eiga at stuðla undir málini (við meginreglum um burðardygd).
  • At kanna møguleikarnir at dyrka meira grønmeti, undir hesum at verja øki, ið eru egnað til at dyrka grønmeti, og at nýta tøð, sum eru framleidd í Føroyum.

Leygardagin 15. apríl, fara vit víðari við tilmælunum um økt matsjálvbjargni í Føroyum. Vit fara at umrøða avbjóðingar og møguleikar í Føroyum og at seta ítøkilig mál fyri, hvussu vit kunnu fremja málini í verki.

Øll, ið hava áhuga innan matframleiðslu, jarðarbrúk og ringbúskap, eru hjartaliga vælkomin at verða við. Luttøkan er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á bst@bst.fo, so at vit vita hvussu nógvur matur skal gerast til luttakararnar. Tað er Kongsstovan í Haraldssundi, sum stendur fyri matgerðini á degnum.

Skrivari luttekur allan dagin, so at vit fáa skjalfest málini og niðurstøðurnar, sum koma fram á degnum. Nærri skrá verður kunngjørd seinni.

Við vón um góða uppmøting,

Búnaðarstovan og Umhvørvisstovan

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369