140x140

RØKTARI TIL BÚNAÐARSTOVUNA

Søkt verður eftir røktara til Búnaðarstovuna. Talan er um fast starv, sum verður at seta skjótast gjørligt. Í fyrsta umfarið er talan um hálvtíðarstarv.  Starvið verður partur av deildini landbúnaðarroyndir og -ráðgeving, sum landbúnaðarráðgevin er deildarleiðari fyri.

Arbeiðið kemur at fevna um fyrifallandi røktaruppgávur á royndargarðinum, Heygsgarði hjá Búnaðarstovuni.

Høvuðsuppgávan verður at taka sær av føroysku húsdjórunum hjá Búnaðarstovuni. Serliga verður tað at røkta føroysku rossini, sum Búnaðarstovan eigur, og leggja alingina av teimum til rættis. Umframt at vera við í røktini av hinum føroysku húsdjórunum.

Krøv til umsøkjarar: yrkisskeið innan landbúnað ella líknandi útbúgving, umframt royndir og kunnleika innan landbúnað annars. Fakliga viðkomandi yvirbygningur er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Starvið  verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgeva, við at senda teldupost til jiig@bst.fo.

Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera Búnaðarstovuni í hendi í síðsta lagi 10. mai 2023 kl. 15.00. Antin við brævi til: Búnaðarstovan, Frammi í Dal 166, FO-410 Kollafjørður, ella við telduposti til: bst@bst.fo

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369