140x140

STUÐUL TIL GRØNMETISFRAMLEIÐSLU 2023

Í Løgtingsfíggjarlógini fyri 2023 eru játtaðar 800 túsund krónur til at stuðla verkætlanum og royndum við føroyskari grønmetisframleiðslu.

Stuðul verður veittur til verkætlanir og royndir við føroyskari grønmetisframleiðslu.

Játtanin verður umsitin av Búnaðarstovuni. Fyri at fáa stuðul av játtanini fyri 2023, skal serligt umsóknarblað fyllast út og sendast Búnaðarstovuni. Reglugerðin fyri stuðulsjáttanina kann lesast her, og umsóknarblaðið kann takast niður her. Verkætlanartíðarskeiðið fyri verkætlanir av játtanini fyri 2023 er fram til 31.12.2024.

Freistin at søkja um stuðul er 19. juni 2023.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369