140x140

STARVSFÓLK TIL ULLARMÓTTØKUNA

Í sambandi við, at Búnaðarstovan skipar fyri móttøku av ull í summar, tørvar okkum fólk til arbeiðis at taka sær av dagligu uppgávunum í hesum sambandi. Talan verður um arbeiði at taka ímóti, skilja og pakka ullina.

Talan er um tímalønt og tíðaravmarkað størv frá umleið 17. juli og til nakað inn í september mánað 2023. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Áhugað kunnu senda Búnaðarstovuni eina umsókn við telduposti til bst@bst.fo í síðsta lagi hin 7. juli 2023 kl. 12.00.

Tey, ið hava áhuga fyri arbeiðsuppgávunum og ynskja at frætta nærri, eru vælkomin at venda sær til Dortheu Joensen á dj@bst.fo ella tlf. 299019.

 



 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369