ULLARMÓTTØKA Í SUÐUROY Á SUMRI 2023
Tikið verður móti ull á Drelnesi dagarnar 14. til 16. august 2023. Móttøkan verður opin soleiðis:
Mánadagin 14. august, frá kl. 13.00 til kl. 19.00
Týsdagin 15. august, frá kl. 9.00 til 12.00 og frá kl. 14.00 til 19.00
Mikudagin 16. august, frá kl. 9.00 til 12.00 og frá kl. 14.00 til 17.00
Ynskiligt er, at ullin er í stórsekkjum, men tað er ikki eitt krav. Annars er sama galdandi, sum tá ull verður latin inn til Búnaðarstovuna í Kollafirði:
Ullin skal vera turr og nosslig og stungin í reinar posar.
Tikið verður ikki ímóti vátari ull. Ull við skræpu ella málingarrestum í, pesjur (fleirárða ull), ull við ov nógvum mosa, bosi ella eyri í, og ull við fremmandalikamum í (t.d. restir av bótum, tráði o.tíl.) verður somuleiðis vrakað. Ansi eftir at taka hetta frá, áðrenn komið verður við ullini.
Hava tit ikki latið ull inn fyrr, vinarliga havi so hesar upplýsingar klárar, tá ti koma við ullini: Navn, føðingardagur ella V-tal og konto nr. at flyta gjaldið fyri ullina á.
« Aftur