140x140

ALMENNUR FYRILESTUR UM SEYÐAHALD OG MATVØRUTRYGD

Fyrilesturin um seyðahald og matvørutrygd í Íslandi, sum skuldi vera fyrr í ár, verður í Norðurlandahúsinum týskvøldið 5. september 2023 kl. 19.00.

Fyrilesturin hjá Jóhannesi Sveinbyrnssyni um seyðahald og matvørutrygd í Íslandi, sum skuldi vera á Búnaðarstovuni í februar, men mátti avlýsast vegna veður, verður at hoyra í Norðurlandahúsinum týskvøldið 5. september kl. 19.00. Heiti á fyrilestrinum er:

Fremtidsrettet fårehold på Island; produktionssystemer, fodring, græsning, avlsarbejde og teknisk udstyr.

Jóhannes starvast á lærda landbúnaðarháskúlanum í Íslandi sum granskari og lærari í fóðurvísindi, seyða-, og mjólkneytavinnu, og matvørutilbúgvingartrygd.

Jóhannes, sum eisini er bóndi, kemur at greiða frá um:

Íslendskan landbúnað og matvørusjálvbjargni.

Íslendskt seyðahald.

Fóðring og beitisnýtslu.

Aling og aliamboð í seyðahaldinum.

Nýtsluvirðið við skanning av óm.

Tøkni og verkligar mannagongdir í hoygging.

Menningin í íslendskum seyðahaldi.

Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum kl. 19:00. Tiltakið er alment og er serliga ætlað føroyskum bøndrum og øllum við áhuga fyri seyðahaldi. Ikki er neyðugt við tilmelding til tiltakið.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369