GARTNARI / GARTNARATØKNINGUR
Søkt verður eftir gartnara, gartnaratøkningi ella øðrum við førleikum í grønmetisframleiðslu.
Føroysk grønmetisvelting spírar. Nú skal hon fáast at blóma! Tí hava vit brúk fyri einum dugnaligum gartnara at ráðgeva teimum, ið velta. Er tað tú?
Starvið er eitt tíðaravmarkað verkætlanarstarv, í fyrstu syftu fram til ársenda 2024. Treytað av at fígging fæst, kann setanin leingjast.
Starvið verður sett á Búnaðarstovuni í Kollafirði, men starvsstaðurin verður í høvuðsheitum heima á Sandi í tøttum verkligum samstarvi við Veltuna og Grøna Háskúlan, ið eisini veita umstøður at hýsa virkseminum.
Áhugafelagið Veltan, Grøni Háskúlin og Búnaðarstovan hava í felag fingið játtað verkætlanarstuðul til at seta ein gartnara ella gartnaratøkning við førleikum í grønmetisframleiðslu í starv. Stuðulin er partur av ætlanini hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum um at menna føroyskan landbúnað.
Starvið er eitt fulltíðarstarv, men møguleiki er at tillaga arbeiðstíðina eftir árstíð og tørvi.
Arbeiðsuppgávurnar verða fjølbroyttar, og m.a. vænta vit, at tú fert undir verkligar grønmetisroyndir bæði úti og undir taki í samstarvi við Búnaðarstovuna og Veltuna.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at:
- Ráðgeva limunum í Veltuni o.ø. um veltingarhættir, sløg og annað.
- Skipa fyri skeiðum og upplýsandi tiltøkum saman við Veltuni, Búnaðarstovuni, Grøna Háskúlanum og øðrum.
- Gera egnar royndir og skjalfesta úrslitini av hesum.
Vit leita eftir einum fólki, sum trívist við at seta dagsskránna og sjálvt at skipa sær arbeiðið. Einum fólki, sum hevur hegni til at læra frá sær, og sum kann samstarva við leik og lærd.
Vit vænta, at tú er útbúgvin gartnari/gartnaratøkningur ella hevur aðra útbúgving við samsvarandi førleikum.
Starvið verður lønt sbrt. sáttmála við viðkomandi yrkisfelag.
Umsóknarfreistin er 26. oktober 2023.
Miðað verður eftir at seta starvið frá 1. desember 2023, ella sum skjótast eftir hetta.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgeva á Búnaðarstovuni, tlf. 299012, ella Katrina Petersen, stýrisforkvinnu fyri Veltuna, tlf. 221953.
Umsóknir skulu sendast
Búnaðarstovuni
Frammi í Dali 166
410 Kollafjørður
Teldupostur: bst@bst.fo
Frámerk umsóknina við: gartnari/gartnaratøkningur í grønmetisframleiðslu.
Veltan er eitt áhugafelag fyri øll, sum fáast við velting og grønmeti.
Grøni Háskúlin er ein sjálvsognarstovnur, sum skipar fyri frálæru m.a. í velting og burðardyggari matframleiðslu.
Búnaðarstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, sum ráðgevur í landbúnaðarmálum og m.a. bjóðar yrkisskeið innan landbúnað.
« Aftur