140x140

ULL TIL SØLU - HEILSØLA

Búnaðarstovan lýsir við hesum ullina, sum savnað varð inn í Ullarmóttøkuni í 2023, til sølu.

Ullin verður seld í ballum, sum hvør vigar uml. 250 kg.

Talan er um 2 flokkar av ull:

1. flokkur: ull í 6 ymiskum náttúrulitum. Umleið 28 tons í alt.

2. flokkur: ikki skilt í litir, umleið 2,5 tons í alt.

Neyvt yvirlit er til taks her, sum vísir hvørja ballu sær við ávikavist nummari, vekt, flokki, og fyri 1. flokk somuleiðis liti.

Nøgdin, sum verður seld, er hendan:

 

Litur:

Hvítt

Ljósagrátt

Myrkagrátt

Morreytt

Svart

Flekkut

Fyrsti flokkur:

Tal av ballum:

33 stk.

26 stk.

19 stk.

6 stk.

7 stk.

26 stk.

 

Kilo íalt:

7.973 kg

6.162 kg

4.742 kg

1.533 kg

1.805 kg

6.349 kg

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Litur:

Litblanding

 

 

 

 

 

Annar flokkur:

Tal av ballum:

11 stk.

 

 

 

 

 

 

Kilo íalt:

2.413 kg

 

 

 

 

 

Sølutreytir:

Ullin verður seld sambært skrivligum, bindandi boði, ið skal latast Búnaðarstovuni í seinasta lagi 15. november 2023 kl. 15.00.

Tað hevur alstóran týdning fyri Búnaðarstovuna at selja alla ullina. Tí skilar Búnaðarstovan sær rætt til at velja tað ella tey tilboð framum, ið samlað sæð veitir/veita bestu søluinntøkuna fyri alla ullina á hesum sinni.

Gjaldstreytirnar eru netto kontant gjald seinast 10 yrkadagar frá fakturadato; veitir keyparin hinvegin í hesum tíðarskeiði bankatrygd fyri fakturaupphæddini, kann Búnaðarstovan veita 12 mðr. gjaldsfreist. Eftir falna freist er Búnaðarstovan í allar mátar leys av avtaluni.

Vøran kann heintast við framvísing av gjaldskvittan/bankatrygd fram til í seinasta lagi 1 mðr. eftir fakturadato; eftir falna freist, er Búnaðarstovan í allar mátar leys av avtaluni.

Vøran kann heintast gerandisdagar Ex Works (Incoterms 2010) lagur hjá Búnaðarstovuni, Frammi í Dal 166, FO-410 Kollafjørður, Føroyar.

Ósemjur skulu viðgerast í Føroya Rætti.

Heldur keyparin ikki sølu- og gjaldstreytirnar, tilskilar Búnaðarstovan sær óskerdan rætt til at ógilda søluna til viðkomandi.

Meira fæst at vita á Búnaðarstovuni. Eru spurningar kunnu teir sendast til Dortheu Joensen við telduposti til: dj@bst.fo

 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369