ÚRSLITIÐ AV LANDSSEYÐASÝNINGINI 2023 VERÐUR KUNNGJØRT 17.11.2023
Fríggjakvøldið 17.11.2023 kl. 19.00 verður alment tiltak á Búnaðarstovuni, har úrslitið av Landsseyðasýningini 2023 verður almannakunngjørt.
Skráin fyri kvøldið verður hendan:
- Vælkomuheilsan og felagssangurin “Nú hvítna tindar fjøllum á”.
- Ari Johanneson vísir videoupptøkur av øllum teimum brundseyðum, sum hava verið meldaðir til landsseyðasýningina í ár.
- Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi greiðir frá royndum við fiskamjølið (Seyðagrón) frá Havsbrún, sum ískoytisfóður.
- Kaffisteðgur.
- Ari Johanneson vísir videoupptøkur av teimum 8 brundseyðunum í hvørjum flokki, sum hava fingið flest stig.
- Úrslitið av Landsseyðasýningini 2023 verður kunngjørt, og Sigert Patursson, formaður í Bóndafelag Føroya handar virðislønirnar.
Tiltakið endar við, at Tjóðsangurin verður sungin.
Eftir sjálvt tiltakið eru fólk hjartaliga vælkomin at verða sitandi til eitt gott prát.
Stroymt verður frá tiltakinum í bólkinum 'Seyðaáhugað' á Facebook.
« Aftur