BURÐARDYGT MATSJÁLVBJARGNI , HVUSSU KOMA VIT VÍÐARI?
Frágreiðing frá verkstovu á Búnaðarstovuni apríl 2023
Ein røð av átøkum kunnu fremjast fyri at økja um burðardygt matsjálvbjargni í Føroyum. Fyrst og fremst hevur tað týdning, at matjørðin verður vard; at føroysk tøð verða gagnnýtt, og at atgongdin til føroyskar matvørur betrast. Karmarnir fyri vinnuligum landbúnaði mugu eisini mennast. Tað skal vera lætt at leiga ein jarðarteig, og vit skulu betra um okkara førleikar at velta grønmeti. Felagsskapir hava týdning og skulu stimbrast, og ikki minst: vit skulu hugsa nýtt og hugsa ringrás.
Tilmælini omanfyri eru nøkur av fleiri tilmælum, sum eini 60 sera áhugaðir luttakarar úr øllum landinum settu fram á verkstovu á Búnaðarstovuni í apríl í ár. Verkstovan snúði seg um, hvussu Føroyar kunnu koma víðari á leið við burðardyggum matsjálvbjargni.
Verkstovan var skipað í trimum umførum við framløgu, pallborði, bólkaarbeiði og samanumtøku. Endamálið var at fara víðari við og ítøkiliggera, hvussu vit í Føroyum best kunnu:
- styrkja samstarv og samskifti millum allar partar í virðisketuni - frá matframleiðara til keypara - fyri at bøta um atgongdina til matvørur, ið eru framleiddar í Føroyum.
- finna hóskandi støði fyri matvøruframleiðslu og matvørutrygd og seta ítøkilig mál. Lóggáva og peningalig tileggjan og virkisætlanir eiga at stuðla undir málunum (við meginreglum um burðardygd)
- kanna møguleikarnar at dyrka meira grønmeti, undir hesum at verja øki, ið eru egnað til at dyrka grønmeti, og at nýta tøð, sum eru framleidd í Føroyum.
Punktini omanfyri er tilmælini, sum vórðu orðað í frágreiðingini Selvforsyning af fødevarer i fem nordiske øsamfund. Bornholm, Færøerne, Grønland, Island og Åland, sum leggur fram møguleikar og avbjóðingar fyri at økja sjálvbjargni við mati á burðardyggum grundarlagi í Føroyum og hinum luttakandi londunum. Trý høvuðstilmæli vórðu orðað fyri hvørt land.
Fyri at tryggja at úrslitið av verkstovuni kemur samfelagnum til góðar, er her ein samanumtøka av verkstovuni, sum inniheldur eina røð av ítøkiligum tilmælum um, hvussu vit koma víðari á leið við burðardyggum matsjálvbjargni. Vónin er, at viðkomandi ráð, stovnar, vinnan og annars øll áhugað betri kunnu taka úrslitini frá verkstovuni við, tá arbeitt verður víðari við at fremja burðardygt matsjálvbjargni í Føroyum.
Verkstovan varð fyriskipað av Umhvørvisstovuni og Búnaðarstovuni og fíggjað av norðurlendska ráðharraráðnum.
« Aftur