140x140

FRAMLØGA AV ULLARVERKÆTLAN 15. FEBRUAR KL. 15.00 Á BÚNAÐARSTOVUNI

Í 2022 var stuðul játtaður til verkætlan at vaska føroyska ull. Hendan verkætlan er nú liðug og verður úrslitið av verkætlanini lagt fram á Búnaðarstovuni hósdagin 15. februar 2024 kl. 15.00.

Tá koma Barbara Vestergaard og Marita Vestergaard í Lágabø, sum hava staðið fyri verkætlanini, at hava fyrilestur á Búnaðarstovuni undir heitinum ‘Ull – frá tanka til handling’.

Tær koma at greiða frá Vesturgarður Ullavask, sum er heitið, verkætlanin ella úrslitið av verkætlanini hevur fingið. Í fyrilestrinum greiða tær frá, hvussu ull kann vaskast í Føroyum á ein lættan, nýmótans og skynsaman hátt, samstundis sum hugsað verður um, at tað verður gjørt umhvørvisvinarligt. Tær greiða frá kanningunum, tær hava gjørt, og hvussu tær vaska ull, nú verkætlanin er liðug.

Tiltakið er alment og ikki er neyðugt við tilmelding.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369