140x140

ÚTGÁVUTILTAK 'PLANTUR TIL MATNA' Í NÁMI 21. MARS KL. 17.00

Frálærubókin “Plantur til matna” um grønmetisdyrking í Føroyum tøk í vár.

sBókin “Plantur til matna” sum NÁM nú gevur út, er úrslit av einum verkætlanarsamstarvi millum Búnaðarstovuna, NÁM og Siggu Rasmussen, høvund, sum byrjaði í 2022.

Tað er urtagarðsfrøðingurin Sigga Rasmussen, ið hevur tikið á seg at skriva hesa sBókina og at veita myndatilfar til bókina.

Fíggingin av arbeiðinum er fingin til vega av játtanunum til Landbúnaðarstuðul á Løgtingsfíggjarlógini og verður tí ókeypis atgongd til sBókina á pallinum hjá NÁMi.

At valið fall á eina sBók var eftir ráðum frá NÁMi, tí ein slík loysn veitir møguleikar fyri m.a. dagføringum av tilfari, so hvørt meira vitan verður tøk, møguleikum fyri ymsum sløgum av myndtilfari o.s.fr.

Í sBókini “Plantur til matna” eru meira enn 150 grønmetissløg umrødd, sum kunnu vaksa úti í Føroyum undir ymsum umstøðum. Tað sermerkta við bókini er, at her vera planturnar umrøddar við kjølfesti í føroysku vakstrarlíkindunum.

Málbólkurin eru fólk á miðnámi og yrkisskeiði, og annars øll við áhuga fyri grønmetisdyrking í Føroyum, bæði í vinnuligum høpi og sum frítíðaráhugamál.

Á hesi leinkjuni sæst, hvat Nám skrivar um bókina og tiltakið

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369