140x140

ULLARMÓTTØKA Á BÚNAÐARSTOVUNI Á SUMRI 2024

Frá 11. juli til 17. august 2024 verður tikið ímóti ull á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Tikið verður ímóti ull hósdag og fríggjadag frá kl. 8.00 til kl. 16.00 og leygardagar frá kl. 10.00 til 13.00. Orsaka av krøvum frá keyparum uttanlands, ber ikki til at taka í móti ull longri enn til 17. august 2024.

Er talan um størri nøgdir, er best, at tygum avtala tíð frammanundan. Ullin verður góðskumett og avroknað eftir góðsku.

Tikið verður eisini móti ull í Suðuroy, nærri verður lýst seinni, nær tann móttøkan verður opin.

Ullin skal vera turr og nosslig og stungin í reinar posar.

Tikið verður ikki ímóti vátari ull. Ull við skræpu ella málingarrestum í, pesjur (fleirárða ull), ull við ov nógvum mosa, bosi ella eyri í, og ull við fremmandalikamum í (t.d. restir av bótum, tráði o.tíl.) verður somuleiðis vrakað. Ansi eftir at taka hetta frá, áðrenn komið verður við ullini til Búnaðarstovuna.

Ullin verður skild í tveir góðskuflokkar, I. flokk og II. flokk.

Tøvd ull, hálsull o.tíl. verður avroknað í II. flokki. Somuleiðis verður ull við nakað av mosa o. líkn. avroknað í II. flokki.

Fyri ull í I. flokki verður latið kr. 10,- fyri kg, íroknað MVG.

Fyri ull í II. flokki verður latið kr. 1,50 fyri kg, íroknað MVG.

Er veitarin ikki MVG skrásettur, verður prísurin tí ávikavist kr. 8,- og kr. 1,20 fyri kg.

Eru broytingar í frá síðstu innlating, skulu navn, føðingardagur ella V-tal og konto nr. at flyta gjaldið fyri ullina á upplýsast, tá ullin verður latin inn.

Eru ivamál ella spurningar kann ringjast til ullarmóttøkuna á tlf. nr. 29 90 18.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369