140x140

VERKSTOVA UM LANDBÚNAÐ, NÁTTÚRU OG UMHVØRVI

Týsdagin 9. juli kl. 11:00 verður forvitnislig verkstova um landbúnað, náttúru og umhvørvi hildin á Búnaðarstovuni. Verkstovan er í høvuðsheiti ætlað bøndrum og øðrum áhugaðum. 

Verkstovan er liður í eini NORA landbúnaðarverkætlan, har Búnaðarstovan (BST) og Umhvørvisstovan (US) samstarva við Ráðgjafarmiðstøð Lanbúnaðarins (RML) og Vatnajøkulstjóðgarð í Íslandi og Nunalerinermut Siunnersorteqarfik úr Grønland. 

Verkætlanarsamstarvið leggur dent á samanberingar landanna millum, viðvíkjandi landbúnaði, náttúru og umhvørvi. Kunnu vit javnviga landbúnað, náttúru og umhvørvi, uttan at minka um úrtøkuna? 

 Skráin fyri dagin: 

11:00 - 11:05 Vælkomin 

11:05 - 11:20  Um verkætlanina, Sigurður Torfi Sigurðsson, verkætlanarleiðari 

11:20 - 11:40   Framløga - Grønland 

11:40 - 12:00   Framløga - Ísland 

12:00 - 12:20   Framløga - Føroyar 

  Ábit 

13:20 - 13:40  Kjak og spurningar 

13:40 - 14:00  Framløga: Verðurlagsvæn landbúnaður, Sigurður 

14:00 - 14:20  Framløga: Jord.is, Borgar 

  Kaffi 

14:40 - 15:15  Bólkaarbeiðið við spurningum 

15:15 - 15:45  Bólkarnir leggja niðurstøðurnar fram 

15:45 - 16:00  Samanumtøka  

 

Tað er ókeypis at luttaka á verkstovuni, men av tí at vit bjóða ábit, er neyðugt at boða frá luttøku. 

Melda til í seinasta lagi mánadagin 8. juli 2024 kl. 12:00 við at trýsta á hesa leinkjuna. Verkstova um landbúnað, náttúru og umhvørvið - Umhvorvisstovan (us.fo)

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369