ULLARRÁÐSTEVNA Á HOTEL HAFNIA 12. TIL 15. SEPTEMBER 2024
Í døgunum 12. til 15. september 2024 skipar Búnaðarstovan fyri ullarráðstevnuni North Atlantic Native Sheep and Wool Conference á Hotel Hafnia. Hetta er sama ráðstevnan, sum Búnaðarstovan skipaði fyri í 2015.
Fyrilestrahaldarar verða úr norðuratlantisku londunum, Íslandi, Noregi, Isle of Man, Suðuroyggjum og øðrum. Ein fyribils skrá er gjørd, sum sær soleiðis út:
Hósdagin 12. september
16.00 til 17.00 Móttøka í Múllers Pakkhúsi.
Fríggjadagin 13. september
09.00 til 12.00 Fyrilestrar
12.00 til 13.00 Miðmáli
13.00 til 18.00 Útferð til Snælduna og Navia
Leygardagin 14. september
09.00 til 12.00 Fyrilestrar
12.00 til 13.00 Miðmáli
13.00 til 16.00 Vekstovur
19.00 Ráðstevnudøgurði
Sunnudagin 15. september
09.00 til 12.00 Fyrilestrar
12.00 til 13.00 Miðmáli
13.00 til 18.00 Útferð til Tjóðsavnið og Búnaðarstovuna
Íroknað ráðstevnugjaldið á 3.495,- kr. er atgongd til móttøkuna hósdagin, fyrilestrar og miðmáli allar 3 dagarnar, útferð tveir seinnapartar, atgongd til eina verkstovu seinnapartin leygardagin og døgurðin leygarkvøldið.
Meldast kann til ráðstevnuna á hesi leinkjuni: http://nansw.fo/
« Aftur