SKEIÐ Í TØVING MÁNADAGIN 9. SEPTEMBER
Í samband við at týska Heidi Greb kemur at hava verkstovu á ullarráðstevnuni á Hafnia 14. september, verður eisini høvi hjá øðrum at koma á skeið hjá henni.
Heidi er kend í Týskalandi fyri síni tøvdu klæðir. Hon brúkar ullina, har hon er, og undirvísir í tøving. Heidi hevur roynt at tøva við føroysku ullini og kemur at undirvísa í at gera undirløg at sita á, ella at seta okkurt á, ella veggjaprýði.
Pláss er fyri 12 luttakarum, kostnaðurin er 450,- kr.
skeiðið verður hildið á Búnaðarstovuni í Kollafirði, mánadagin 9. september 2024 frá kl. 18.00 - 21.00.
Tilmelding fer fram við at trýsta her.
« Aftur