140x140

ÚRSLITIÐ AV LANDSSEYÐASÝNINGINI 2024 VERÐUR KUNNGJØRT 15.11.2024

Fríggjakvøldið 15.11.2024 kl. 19.00 verður alment tiltak á Búnaðarstovuni, har úrslitið av Landsseyðasýningini 2024 verður almannakunngjørt. 

Skráin fyri kvøldið verður hendan:

  • Vælkomuheilsan og felagssangurin “Nú hvítna tindar fjøllum á”.
  • Ari Johanneson vísir videoupptøkur av øllum teimum brundseyðum, sum hava verið meldaðir til landsseyðasýningina í ár.
  • Gutti Winther, kokkur, hevur framløgu undir heitinum 'Seyður úr kokkasjónarhorni'
  • Kaffisteðgur.
  • Ari Johanneson vísir videoupptøkur av teimum 8 brundseyðunum í hvørjum flokki, sum hava fingið flest stig.
  • Úrslitið av Landsseyðasýningini 2024 verður kunngjørt, og virðislønirnar verða handaðar.

Tiltakið endar við, at Tjóðsangurin verður sungin.

Eftir sjálvt tiltakið eru fólk hjartaliga vælkomin at verða sitandi til eitt gott prát.

Stroymt verður frá tiltakinum í bólkinum 'Seyðaáhugað' á Facebook.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369